Góði Guð, eg takki tær - 706

706
Góði Guð, eg takki tær,
tú so nógv mær givið hevur:
Armar, hendur, bein og tær,
føgur løg og fagurt veður.


2. Takk! Eg hoyri fuglasong
nær og fjar, um allar leiðir.
Og um gøtan fellur long,
takk, at tú mær vegin greiðir.


3. Mammu mína gavst tú mær,
pápa við og systur, bróður.
Góði Guð, eg takki tær,
allarmest tí tú ert góður.


4. Móðurland og móðurmál –
eg kann lesa, eg kann skriva,
takka tær av hug og sál,
góði Guð, og eg kann liva.


 

Aftur