Santa Lucia - 709

709
Alla ta myrku nátt
ljósini loga.
Vit bera ljósið fram,
ljósglæmu skoða.
Berast nú boð um heim
myrkur at spreiða,
fagrastu gleðiboð:
alt er til reiðar!
Vit bera boðið við
um sælan jólafrið.
Santa Lucia, – santa Lucia.


2. Myrkur nú máttleyst verð,
náttin nú víki!
Eins og tað boðað varð,
kemur Guðs ríki!
Í myrkri skínur ljós,
-eygu bjørt glitra –
leiðir á himnakós,
Guð kom at vitja.
Vit bera boðið við
um sælan jólafrið.
Santa Lucia, santa Lucia.


 

Aftur