Tað lýsti um kvirrar fløtur - 713

713
Tað lýsti um kvirrar fløtur
ein glæma, so blonk hon var,
hon lýsti um heiðar og gøtur,
um frelsaran boð hon bar.


2. So glað vit við kvøðum heilsa
tí barni, ið komið er
at lívjarga okkum øllum,
ið liva í hesi verð.


3. Har lá hann á hvøssum kodda
í vesælu krubbusong.
men einglarnir fylktust úti
á Betlehems oydnu ong.


4. Teir sungu á fyrsta sinni
tað ljóð, nú um verøld fer,
hin æviga himnasongin,
ið enn líka ungur er.


 

Aftur