Kennir tú hann, sum á vatninum gongur? - 715

715
Kennir tú hann, sum á vatninum gongur?
Kennir tú hann, sum ger vatnið til vín?
Kennir tú hann, á krossinum hongur,
og opnaði vegin til himmalin inn?
Lær hann at kenna, tí hann kennir teg.
Lær hann at kenna, hann vísir tær veg.
Ja, tað er Jesus, sum frelsari er.
Hann heim til Himmals teg ber.


2. Kennir tú hann, sum kann grøða tey sjúku?
Hølt kunnu ganga og blind fáa sjón.
Kennir tú hann, sum reis upp frá deyða,
fór upp til himmals og livir í dag?
Lær hann at kenna, tí hann kennir teg.
Lær hann at kenna, hann vísir tær veg.
Ja, tað er Jesus, sum frelsari er.
Hann heim til Himmals teg ber.


3. Kennir tú hann, sum er við allar dagar,
hann, sum kann hjálpa, tá gøtan er trong?
Kennir tú hann, sum bønirnar hoyrir,
sum altíð er hjá tær í gleði og sorg?
Lær hann at kenna, tí hann kennir teg.
Lær hann at kenna, hann vísir tær veg.
Ja, tað er Jesus, sum frelsari er.
Hann heim til Himmals teg ber.


 

Aftur