Tá Jesus higar kom og gekk á foldum - 716
716
Tá Jesus higar kom og gekk á foldum,
hann vildi hava menn at fylgja sær.
Tá sá hann nakrar fiskimenn við klettin
og segði: “Komið tit og fylgið mær!”
Jóhannes segði: “Hann er okkar millum,”
og Tummas segði: “Man tað bera til?”
Andrias vildi heldur bara tiga.
Men Pætur segði: “Hetta gleðir meg,
vit skulu vera saman, tú og eg!”
2. Teir fylgdu honum forvitnir og glaðir.
Teir sóu hansar makt og hjartalag.
Í bátinum í neyð teir vóru staddir,
tá fór hann eftir vatninum av stað.
Jóhannes segði: “Hann er okkar millum,”
og Tummas segði: “Man tað bera til?”
Andrias vildi heldur bara tiga.
Men Pætur segði: “Hetta gleðir meg,
vit skulu vera saman, tú og eg!”
3. Ein dagin hevði sorgin fylt teir allar,
tí besti vinur teirra farin var.
Teir fóru inn og stongdu hurðar allar,
tá stóð hann livandi hjá teimum har.
Jóhannes segði: “Hann er okkar millum,”
og Tummas segði: “Man tað bera til?”
Andrias vildi heldur bara tiga.
Men Pætur segði: “Hetta gleðir meg,
vit skulu vera saman, tú og eg!”