Teir hildu, at Jesus var deyður - 718

718
Teir hildu, at Jesus var deyður,
og vistu so als einki meir.
Tá kom hann til gongu ein morgun
at finna teir.


2. Teir sóu hann livandi aftur
í bálglæmu lýsandi reyð’,
so bað hann teir koma at fáa
sær fisk og breyð.


3. Nú vóru teir ikki í iva,
at risin hann var upp frá deyð’.
Hann livir, og vit skulu liva
av lívsins breyð’.


 

Aftur