Jesus góður er við børn - 721

721
Jesus góður er við børn,
Bíblian oss sigur,
rætti teimum smáu hond,
lærdi tey at biðja.


2. Tí vit enn tey smáu børn
inn í kirkju bera,
doypa tey í Jesu navn
til Guðs børn at vera.


3. Eisini vit vórðu doypt,
til Guðs børn at vera.
Hann oss fegin hjálpir tá,
bøn vit honum bera.


4. Fyri børn á foldini
bøn til Guðs vit biðja:
“Góði Guð, ver tú hjá teim,
væl tey verj og styðja!”


 

Aftur