Øll hava skund - 731
731
Øll hava skund,
renna avstað.
Øll hava nógv um at vera.
Hvør hugsar um
bangilsi mítt?
Lurta tey als ikki gera.
2. Guð hevur tíð,
lurtar í dag –
enntá um allar ævir.
Hann uggar meg,
eisini tá
illa eg skikkað mær havi.
3. Um eg var ljót,
lurtaði Guð.
Hansara vil eg nú vera.
Alt verður lætt,
um bara hann
leiðir meg og meg vil bera.