Takk, at tú bart mína byrði - 738
738
Takk, at tú bart mína byrði,
mær lætti av skomm og av skuld.
Guðs lambið, eg takki tær fyri,
at synd mín í tær nú er huld.
2. Takk, at tú tókst mínar syndir,
mítt skuldarbræv útstrikað varð.
Tað var høvrki gull ella silvur,
men blóð títt, ið bjargaði mær.
3. Fríur frá ótta og iva
eg krossinum standi so nær.
Eg skal ikki doyggja, men liva
í ævir har heima hjá tær!