Øll vit við gleði halleluja kvøða - 20

20
Øll vit við gleði halleluja kvøða,
hjarta várt skal fyri Guði seg frøa:
Syndir hann strikar, og skuldir hann sættir,
sárastu sorgir av hjartanum lættir.

2. Alt tað, sum lív hevur á heimsins grundum,
Guði skal lova sum fuglar í lundum.
Krist hevur vegin og lívið oss funnið,
valdið á deyða og djevuli vunnið.

3. Hvørjum, sum trýr, ber hann miskunn og náði,
uggar og hjálpir, um mikil er váði;
trúgvur hann aldri vil frá okkum víkja,
orð hans ei skulu um ævir oss svíkja.

4. Tøkk fái Guð, sum oss loysti úr vanda,
lov veri Guði við syni og anda,
var og sum er og sum altíð skal vera
Harrin, sum alt skal hálova og æra.

Joh. Agricola 1524. M.B. Landstad 1861.
J. Dahl 1926.
Lag: Sl. 370 a og b.
Aftur