Hon er omma mín   

Ommur siga søgur og bjóða børnum bomm.


Mín hon snakkar mest um Harley Davidson.


Á síni motorsúkklu buldrar hon framvið.


Og børnini tey siga, hon er einki ommulig


Men /: hon er omma mín :/


 


Gamlir menn teir tosa um útróður og jørð.


Abbi mín keypti sær eitt trummusett í fjør.


Eisini ein gittar, hann smíða vil eitt hitt.


Og børnini tey siga, tað er einki abbaligt.


Men /: hann er abbi mín :/


 


Mammur vaska klæði og baka onkuntíð.


Tá vit sparka fótbólt, mamma vil uppí.


Hon rópar og hon skumpar, er nokk so ógvislig


Og børnini tey siga, hon er einki mammulig


Men /: hon er mamma mín :/


 


Nógvir pápar fiska, pápi byggir um.


Kjallarin skal verða akvarium.


Gongur millum krabbar, fluguskáp og blikk.


Og børnini tey siga, tað er einki pápaligt.


Men /: hann er pápi mín :/

Aftur