Eg veit eitt spógvareiður

Eg veit eitt spógvareiður,
eg sigi ikki meir.
Tveir ungar spógvin eigur,
i – i – so láta teir.


Og spógvarnir teir smúgva
um heyg og gil og lág,
um torveygu – og flúgva
við sangi til og frá.


Av palli áin fossar.
Og lotið fleyrar milt.
Teir munnu kenna á sær,
eg vil teim einki ilt.


Tá fæ og fuglur tigur,
tá livnar mangt í mær,
tí seti eg meg niður.
Eg sigi ikki hvar.


Í støðum likkur sita.
Og børn tey henta ber.
Men eingin fær at vita,
hvar spógvareiðrið er.

Aftur