Føðingardagsbamsan

Tá eg fylti fýra, pakkapostur kom til mín.
Hann var sendur heilt úr Mongolínum.
Í honum lá ein bamsa, ið hevði so fitt trýn,
fittari enn nakað í býnum.


Góða bamsa, góða bamsa,
tú ert tann allarbesta bamsa her í verð.
Fitta bamsa, góða bamsa,
tú ert tann fittasta bamsa her í verð.


Bamsan var brún, og hon segði: “I love you”.
tá eg á búkin trýsti.
Síðan svaraði eg: “I love you too”.
Tú kanst ætla, eygu míni lýstu.


Góða bamsa, góða bamsa,
tú ert tann allarbesta bamsa her í verð.
Fitta bamsa, góða bamsa,
tú ert tann fittasta bamsa her í verð.


Bamsan og eg, vit fylgdust nátt og dag.
Tað gjørdi ikki mun, um eg var í góðum ella ringum lag.
Tí ordiligir vinir fylgjast gjøgnum alt.
Ígjøgnum tað heita summarið, og um veturin, tá tað er kalt.


Góða bamsa, góða bamsa,
tú ert tann allarbesta bamsa her í verð.
Fitta bamsa, góða bamsa,
tú ert tann fittasta bamsa her í verð.


Tvey ár aftaná, tá eg fylti seks,
var hon enn mín yndisbamsa.
Tá var hon full av hindbersaft og keks,
ja, børn, tey hava tað jú við at svansa.


Góða bamsa, góða bamsa,
tú ert tann allarbesta bamsa her í verð.
Fitta bamsa, góða bamsa,
tú ert tann fittasta bamsa her í verð.

Aftur