Hagin eigur nógv sum grør

Hagin eigur nógv sum grør,
alt so vakurt er,
beiggi mín í báti rør
ský um himmal fer.
– ský um himmal fer.


Geri mær ein lítlan bil,
her eg siti sjálv,
róðrið er ein summardá,
krákuber til hjól
– krákuber til hjól


Nummarplátan er eitt blað,
takið er bert gras,
so er tað motorurin,
nei, tað er bert fjas
– nei, tað er bert fjas


Lyktir eru sóljur tvær,
skína bjart og gult.
Skína, sjálvt tá regnið er,
fáa seg ei dult
– fáa seg ei dult


Síðuspeglið er ein urt,
eg ei kenni til.
Skuldi kanska pápa spurt,
um hann hjálpa vil,
– um hann hjálpa vil.


Átta ár, tað eri eg,
eigi fínan bil.
Sólin kínir enninum,
gott at vera til
– gott at vera til.

Aftur