Vestan fyri Mykines

Vestan fyri Mykines,
har flýgur ein vøkur súla,
sveimar yvir hav og fles,
meðan børnini eru í skúla.


Tá ið hon sær eina sild
hon stoytir seg undir kav,
flýgur við henni í búkinum
yvir tað bláa hav.


Tá hon móð at flúgva er,
til ungan hon kemur heim,
setur seg á rókina.
So hvít og fín og rein
 
 

Aftur