Pápi er óður
Pápi er óður, og mamma er ill,
og kettan er rýmd upp á ovastu hill,
og systir hon skeldar:
Tví vorði tær, Páll,
:/: hví skuldi tú koyra várt sjónvarp um koll ;/:
2. Men um eg nú stillaði meg, har tað stóð,
og segði gott kvøld og ba-bu og halló,
so kanska tey ikki saknaðu tað, -
:/: Og so vórðu mamma og pápi helst glað :/: