Lítli beiggi

Lítli beiggi, tú mást ikki gráta,
her er nakað eg skal geva tær,
hygg ein láturpípa sum kann láta,
hana eg úr sóljukoppi skar.


Og so veit eg eina vakra søgu,
um ein lítlan drong í líktist tær,
hann gekk upp um fjøllini tey høgu,
gjørdist kongur víða gitin var.


Lítli beiggi hesum mást tú trúgva,
tí sjálvt omma segði tað í gjár,
at hon veit ein fisk, ið kann at flúgva,
og ein hest, ið ikki hevur hár.


Mangt er undarligt, tað sigur abbi,
ongan veit eg klókari enn hann,
veit tú hvat, hann sá ein nakin krabbi,
hølið sær í eini gággu fann.


Her er látipípan, ið kann láta,
hana eg úr sóljukoppi skar,
lát við henni, ikki mást tú gráta,
lítli beiggi, lat meg hjálpa tær.

Aftur