Várlag

Ljósir tónar fylla sinn
Sólin fløvar milt mítt kinn
Fjálgir skuggar speglast. Gjøgnum glugga fer.
Várið er nú her.


Nú eg skrivi hetta lag
Frøðist hjarta mítt um tað
Gjøgnum gluggan langt har burtur eg kann sjá
Lítlan spíra fram við á


Hesin lítli spírin grør
Fram úr okkara góðu jørð
Hann ber boð um eina lýggja ljósa tíð
Kensla vekist í mær blíð


Sólin skínur, luftin blá
Ei eitt ský sæst himni á
Í ánni børnini tey spæla sær so fró
Í bønum smálomb leika góð


Frá fugli hoyrist fagurt ljóð
Ein føgur heilsan til vár tjóð
Bera boð til okkum heim úr fjarðu verð
Til føroyar várið komi er.


Sólin nú til viðar fer
Dagurin brátt liðin er
Eg takki fyri dagin ið mær givin var
Í morgin aftur sólin sær

Aftur