Vinir

1. Eg bleiv so glað í morgun,
tá ið eg kom út.
Tú stóðst og bíðaði uttan fyri portrið.
Tú smíltist, og eg visti beinanvegin,
vit vóru vinir aftur, tú og eg.


Vit klandraðust i gjár, og tá lovaði eg,
eg aldrin skuldi tosa aftur vid teg.
Nú súkkla vit i skúla, og tað er so gott.
Vit eru vinir aftur, tú og eg.


 2. Tú segði, at eg altíð var so ráðarík.
Eg segði, at tú vart ein grenjisurra.
Tá tókst tú bóltin, rymdi beinanveg,
og eg fór heim, eg var í øðini.


 Vit klandraðust i gjár, og tá lovaði eg,
eg aldrin skuldi tosa aftur vid teg.
Nú súkkla vit i skúla, og tað er so gott.
Vit eru vinir aftur, tú og eg.


 3. Eg stongdi hurðina á minum kamari,
og eg var bara inni allan dagin.
Um kvøldið fekk eg sms frá tær:
Tú ert tann besti vinurin hjá mær.


 Vit klandraðust i gjár, og tá lovaði eg,
eg aldrin skuldi tosa aftur vid teg.
Nú súkkla vit i skúla, og tað er so gott.
Vit eru vinir aftur, tú og eg.


4. Vit fara heim til min at gera skúlating,
tú dugir nógv betri enn eg at rokna!
so spæla vit eitt spæla á telduni
og baka vaflur, tí tað dugi eg!


Vit klandraðust i gjár, og tá lovaði eg,
eg aldrin skuldi tosa aftur vid teg.
Nú súkkla vit i skúla, og tað er so gott.
Vit eru vinir aftur, tú og eg.
 

Aftur