Tjøldrini og várið

Vit uppliva várið,
tá tjøldrini koma.
Tey boða frá góðum,
tey koma við vón,
tey frøa mítt sinni,
tey menna mítt minni.
Nú várið er komið
og tjøldrini við. 


Við trúfesti vitjar
tú okkara oyggjar.
Tú flýgur, sum tíðin
- eg sá teg á lið!
Í fjøru, í haga
tú fangar mítt eyga.
Tú sigur sum várið:
“Nú eri eg her!”


Á grækarismessu 2018
Signar á Reynatrøð

Aftur