Kærleikin er

Hann tendrar ljós og gevur styrki
Í skúla og til dagsins yrki
Ein góðan vin at fylgjast við
Tað er so trygt og gevur frið
Eitt vakurt verk í undran skoði
Har kærleikin er størsta boði 


Tað er eitt lag, sum gevur gleði
Tað er eitt orð, sum hevur megi.
Tað er ein hond, sum meg vil leiða
Tað er ein vón, sum eg vil eiga
Trúgvin hon er gøtan góð
Ein eingil er á míni slóð
Eitt vakurt verk í undran skoði
Har kærleikin er størsta boði

Aftur