Kærleikin er størsta boðið
Tað er ein bøn í hjarta mínum
at Gud er her hjá børnum Sínum.
Hann tendrar ljós og gevur styrki,
í skúla og til dagsins yrki.
Ein góðan vin at fylgjast við,
tað er so trygt og gevur frið.
Eitt vakurt verk í undran skoði,
har kærleikin er størsta boði.
Tað er eitt lag, sum gevur gleði,
tað er eitt orð, sum hevur megi.
Tað er ein hond, sum meg vil leiða,
Tað er ein vón, sum eg vil eiga.
Trúgvin hon er gøtan góð,
ein eingil er á míni slóð.
Eitt vakurt verk í undran skoði,
Har kærleikin er størsta boði