Sólarroðin

Víkingaleivdir frá fedranna korum
flætta nú fortíð og framtíð til mong
minni við vónríkum varðum og sporum,
fólkinum øllum til frama og fong.
   Sólarroðin í okkara merki
   luftina litar í orði og verki,
   rísur á Gøtuvík øld eftir øld
   og setur í Djúpini kvøld eftir kvøld. 


Tindarnir reystir um bygdirnar standa
eygleiða sandin og glæsiligt hav.
Silvitnisdagar og løtur í vanda
upphevja verkið, ið Skaparin gav.
   Sólarroðin í okkara merki
   luftina litar í orði og verki,
   rísur á Gøtuvík øld eftir øld
   og setur í Djúpini kvøld eftir kvøld. 


Givnir teir eru Guðs einglar so góðir,
fylgja við okkum á ferðum í bøn.
Søgur í stovu við stokkum hjá móður
siga frá døgum, tá jørðin var grøn.
   Sólarroðin í okkara merki
   luftina litar í orði og verki,
   rísur á Gøtuvík øld eftir øld
   og setur í Djúpini kvøld eftir kvøld. 


Taka vit saman við roða á kinnum
bygdirnar allar til stevið so gott,
trína í dansin við monnum og kvinnum
savnast um roðan á degi og nátt. 
   Sólarroðin í okkara merki
   luftina litar í orði og verki,
   rísur á Gøtuvík øld eftir øld
   og setur í Djúpini kvøld eftir kvøld. 

Aftur