Tjaldrið, flýgur...
Tjaldrið, flýgur ta longu leið.
Koma og setast á sand og teig.
Trúliga koma tey ár um ár,
tekin um ljósari tíð, brátt vár.
Merkið, tað veittrar nú fyri teim,
skrúðgongur, røður, gleði og gleim.
Fagna, at fuglurin er á ferð
lendi á brimbardu klettunum her.
Grækarismessa, tjaldursins tíð,
tjóðfuglin hoyra, klipp so blíð,
gera sær reiður vítt umkring,
flúgva um oyggjarnar nú í ring.
Niðri í fjøru har pikka tey,
svørt, hvít, tó nevið og beinini reyð,
finna sær føði, flúgva avstað,
ikki tey stúra, men láta glað.
Eggini gulbrún tvey ella trý,
ungarnir koma um krossmessutíð,
fagna øll fuglin, heimligt ljóð,
saman um tjaldrið enn stendur tjóð.