Skúlaspírin

Skúlaspírin, sum er forskúlin í Eysturkommunu, var fyrsti kommunali forskúli í Føroyum eftir nýggju fólkaskúlalógini. Endamálið og visiónin fyri forskúlan er “Við leiki og læru gerst barnið skúlabúgvið”.

Skúlaspírin er eisini stovnaður fyri at byggja brúgv ímillum dagstovnaøkið og fólkaskúlan. Í Skúlaspíranum fáa øll børn í Eysturkommunu eina bleyta og væl fyrireikaða byrjan uppá skúlagongdina, tey skulu ígjøgnum tey næstu 9 árini. Námsfrøðingar og lærarar starvast lið um lið og á jøvnum føti í Skúlaspíranum, barninum at frama.

Arbeitt verður við grundarlagnum fyri góðari skúlabyrjan, og børnini læra tey mest grundleggjandi hugtøkini aftanfyri fak sum mál og støddfrøði í bæði leiki og læru.

Skúlaspírin er frá kl. 8.00 -11.20 vanligar skúladagar. Eftir hetta kunnu børnini fara yvir á Frítíðarheimið, har tey spæla og hugna sær saman víðari við teirra javnaldrum.

 Skúlaspírin hevur telefon 730065 og 730265.

Starvsfólk 2019-2020

Arndis Joensen, námsfrøðingur

Beinta Tórolvsdóttir, lærari

Gunnvá Thomsen, námsfrøðingur

Linda í Heimistovu, stuðul

Tóra á Hólalagnum, lærari

Innskrivingarskjal

Niðanfyri er innskrivingarskjal til Skúlaspíran og kunningarfaldari:

Vikuætlan

1a 2a 3a 4a 5a 6a 7a