Rithøvundavitjan í 4. flokkunum
Oddfríður Marni Rasmussen vitjaði 4. flokkarnar fríggjamorgunin 1. mars. Vitjanin var bíløgd umvegis Føroyar lesa og evnið í rithøvundavitjanini var "tað grumma" úr Nem3, har Oddfríður m.a. hevur skrivað eina óhugnaliga søgu, sum 4. flokkur hevur lisið og viðgjørt undan rithøvundavitjanini. Tað var ein stak hugnalig løta fyri okkum øll við fernisering og rithøvundapráti. Oddfríður gav sær tíð at hyggja eftir listaverkunum og práta við djørvu, lítlu listafólkini um teirra list. Næmingarnir høvdu fyrireikað spurningar og spurdu eisini eina rúgvu beint úr hjartanum.
Vit vóna, at hendan løtan verður teimum minnisverd, og at hetta ger gott fyri ritlistahugin.