5.a á seiðabergi

Í góðveðrinum í seinastu viku vóru vit í 5.a á seiðabergi í Norðragøtu. Stuttligt var, og nógvur seiður var at síggja, fongurin taldi 16 seiðir. Børnini stuttleikaðu sær óført, og spenningurin var stórur, hvørja ferð eitt nipp var at kenna. Børnini bløðgaðu sjálvi fiskin. Tað vóru 7 tráður og 18 børn, so tað var kapping um tráðurnar. Tá leiðin gekk yviraftur í skúlan, var tosað um, nær vit aftur kunnu fara at fiska, so tað má sigast, at hugurin til at standa á seiðabergi vaktist hjá fleiri av børnunum, royndum sum óroyndum.

Í gjárskvøldið blivu teir 16 seiðirnir, sum vit fiskaðu í síðstu viku, tiknir upp úr frystaranum. Í dag hava vit so skorið seiðirnar sundur.

1. Fyrst tóku vit roðsluna av og tosaðu um ta hvítu linjuna eftir síðuni.

2. Síðani kruvdu vit seiðin og sóu hjartað og tóku innvølin innanúr.

3. Vit hugdu eftir livrini, sum var ein delikatessa fyrr.

4. So hugdu vit, hvat goymdi seg inni í maganum - hvat seiðurin hevur etið. Har funnu vit nógvar høgguslokkaarmar.

5. Vit tosaðu um, hví búkurin er myrkur innaní.

6. Vit tosaðu um sundmagan, hvørja funktión luftin (bløðran) hevur.

7. Síðani hugdu vit eftir táknunum (andaleiðin hjá fiskinum)

8. Tað eydnaðist summum at finna nytrurnar í høvdinum, so tosaðu vit um funktiónina hjá teimum, og at man kann síggja aldurin hjá fiskinum í nytrunum.

9. Til síðst hugdu vit eftir eygunum, og linsuni inni í eygunum. Tey vóru sera røsk at rudda og vaska aftaná.

Síðani gekk leiðin útum í skúlagarðin við gasskøkum. Har bleiv seiðurin flaktur og grillaður við kryddaríi omaná. Summi av børnunum ynsktu frammanundan ikki at smakka fiskin, men tá tað kom til stykkis, dámdu tey fiskin so sera væl, og onkur helt, at tvey fløk var ov lítið.

So vóru tey so heldig at fáa vitjan av eini barnagarðsstovu, og næmingarnir vóru blíðir og tíðir og vístu barnagarðsbørnunum, hvat tey fingust við og bjóðaðu teimum ein smakk. Tað var so stuttligt at síggja, hvussu fitt og blíð tey vóru við barnagarðsbørnini.

Aftur ein fantastiskur og rokaligur dagur saman við hesum fantastisku børnunum.

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b