Verkætlan hjá 7. fl.
Í eina viku hava 7. flokkarnir arbeitt við verkætlan. Tey hava verið býtt í bólkar, og hvør bólkur hevur arbeitt miðvíst við einum ávísum evni, sum tey sjálvi hava valt. Í síðstu viku vóru verkætlanirnar so lagdar fram í fleiri umførum bæði fyri næmingum, lærarum og foreldrum.