Síðsta vikan í miðdeildini

Miðdeild 19.06.2019

Í komandi viku, 24. - 27. juni, verður skúlagongdin í miðdeildini soleiðis:

Mánadagin, í skúla frá kl. 08.00 - 12.30

  • Ítróttardagur

Týsdagin, í skúla frá kl. 08.00 - 11.30

  • Flokshugni

Mikudagin, í skúla frá kl. 08.00 - 11.30

  • 7. flokkur skipar fyri degnum

Hósdagin, í skúla frá kl. 08.00 - 09.30

  • Hugni saman við flokslæraranum
  • Vit siga farvæl og fáa summarfrí

Broytingar kunnu koma fyri, um veðrið ikki verður til vildar.

Gloymd klæðir o.a. liggja frammi í gongini frá 24. - 27. juni. Tað, sum liggur eftir, tá ið skúlin er farin í summarfrí, verður burturbeint.

Skúlagongdin byrjar aftur mánadagin 19. august.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b