Nýggja spæliøkið liðugt

Miðdeild 21.06.2019

Í sambandi við, at nýggja spæliøkið í skúlanum í Gøtu er liðugt og klárt at taka í brúk, var ein lítil hátíðarløta í miðgongini í morgun. Jóhan Christiansen, borgarstjóri, segði nøkur orð, áðrenn Hallur Foldbo, næmingur í 7. flokki, klipti snórin, og spæliøkið alment læt upp.

Arbeiðið at gera spæliøkið hevur verið drúgt, og næmingarnir hava bíðað spentir. Eftir at arbeiðið hevði ligið stilt eina tíð, orðaðu næmingarnir eitt skriv, har heitt varð á býráðið um at bera so í bandi, at spæliøkið varð gjørt liðugt beinanvegin. Borgarstjórin segði seg fegnast um, at næmingarnir kenna til tær fólkaræðisligu mannagongdirnar og á hendan hátt vildu gera sína ávirkan galdandi.

115 næmingar høvdu skrivað undir áheitanina, sum varð latin borgarstjóranum tann 27. februar í ár. Og nú, 4 mánaðar seinni, stendur snotiliga spæliøkið liðugt og kann verða til gleði og gagns fyri øll, bæði í og uttanfyri skúlatíð.

Fleiri myndir síggjast her.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b