• Tey 16 valevnini til næmingaráðsvalið 2019

Valfundur í miðdeildini í morgun

Miðdeild 28.08.2019

Mánadagin útskrivaði skúlastjórin næmingaráðsval at verða fríggjadagin 30. august, og í morgun varð skipað fyri valfundi á Torginum.

Skúlastjórin greiddi frá, hvussu eitt slíkt val gongur fyri seg, og at valið er persónligt og loyniligt. Eisini legði hann dent á, at vit eiga at virða sjónarmiðini hjá hvørjum øðrum, hóast vit ikki altíð eru samd við teimum.

Tilsamans 16 valevni eru uppstillað til næmingaráðsvalið, og á valfundinum fingu hesi høvi at bera fram síni hjartamál fyri øllum næmingunum. Eins og aðrir valfundir endaði eisini hesin við, at fyrsta ørindi av tjóðsanginum varð sungið.

Næmingaráðið hevur til uppgávu at arbeiða fyri áhugamálum hjá næmingum í skúlanum, m.a. viðurskifti, ið hava við skúlagongdina, fysisku karmarnar á skúlanum, sosial viðurskifti og gerandisdagin í skúlanum at gera.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b