Evnisdagur í miðdeildini

Miðdeild 20.09.2019

Í samband við steypafinaluna um vikuskiftið varð hósmorgunin skipað fyri einum øðrvísi evnisdegi í miðdeildini. Næmingarnir arbeiddu á ymiskum verkstovum, har tey m.a. gjørdu hattar, ponn ponn og pinnar við Víkingabúmerkinum. Eisini var andlitsmáling á skránni, og øll fingu saft og leskiligar Víkinga-muffins. Hæddarpunktið á degnum var sang- og hugnaløtan, tá nakrir Víkingaspælarar og Ultras-viðhaldsfólk komu á vitjan og veruliga fingu lív í fjøldina.

Fleiri myndir frá degnum síggjast her.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b