Túrar hesar seinastu dagarnar

Byrjanardeild 06.05.2020

Hóast hendan seinasta tíðin hevur verið nógv merkt av, at korona hevur órógvað gerandisdagin hjá okkum øllum, og vit hava verið noydd at hugsað um frástøðuna, so hevur hetta tó ikki steðgað okkum, hvørki næmingum ella lærarum, í at fáa sum best burtur úr skúladøgunum. Í stóran mun hava flokkarnir verið úti, og túrarnir, sum eru gjørdir í góðveðrinum teir seinastu dagarnar, eru fleiri, og næmingarnir hava fingið upplivingar av ymiskum slag - nøkur hava verið fjallatúrar, onnur hava verið á sandinum, summi hava verið uttan fyri Gøtubrá og vitjað, og ymiskt annað hava tey tikist við uttandura. So sjálvt um skúladagarnir ikki hava verið vanligir, so hava teir tó verið læruríkir. Nakrar av myndunum, sum eru tiknar kunnu síggjast her

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b