Fínar greyðir, nú lata vit upp aftur :)

Tíðindi 15.05.2020

Nú letur samfelagið enn meir upp, so í komandi viku fer 3. flokkur aftur til Leirvíkar, og 6.fl. og 7.fl. koma aftur í skúla. Flokkarnir fara nú aftur í sínar heimastovur.  
2. útgáva av vegleiðingini fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðarskúlum er enn galdandi. Har stendur ímillum annað hetta:  

"Coronaráðgevingin metir tískil, at tað er heilsufakliga forsvarligt at linka nøkur av verjutiltøkunum frá fyrru útgávuni av hesi vegleiðing, soleiðis at skúlaøkið í størri mun fær skipað seg eftir einum leisti við vanligum flokkum í vanligum flokshølum. Nýggja útgávan av vegleiðingini heldur tó framvegis fast í flestu av upprunaligu verjutiltøkunum.” 

Hetta merkir, at nýggja vegleiðingin hevur einki krav um ávísa frástøðu inni í einum einstøkum flokki, tilmælið er tó at hava einaborð í so stóran mun, sum hetta er gjørligt. Tvs. at nú verður ikki neyðugt at deila flokkarnar upp í bólkar. Tó verður hildið fast við reinførið, at vaska og spritta hendur fleiri ferðir um dagin. 

Við hesi nýggju vegleiðingini verður lagt upp til, at vit í størri mun, tó ikki heilt, kunnu venda aftur til tann meira "vanliga" gerandisdagin. Fyri at liva upp til tilmælini í vegleiðingini sum best, mugu vit gera broytingar í tímatalvuni. Tit fáa kunning um tímatalvuna á vikuætlanini hjá flokkunum. Inngongdirnar verða skipaðar soleiðis:  

Skúlaspírin gongur inn ígjøgnum høvuðsinngongdina, og tey kunnu møta frá kl. 07.30. 
2. flokkarnir ganga inn ígjøgnum høvuðsinngongdina, og tey kunnu møta frá kl. 07.45. 
1. fl. og 3. fl. ganga inn ígjøgnum úthurðina uppi við svimjihylin, og tey kunnu møta frá kl. 07.45. 
4. fl. og 6. fl. ganga inn ígjøgnum høvuðsinngongdina, og tey kunnu møta frá kl. 07.30. 
5. fl. og 7. fl. ganga inn ígjøgnum inngongdina við tað nýggja spæliplássið, og tey kunnu møta frá kl. 07.30. 

Í næstu viku byrja umbyggingar í skúlanum við Gøtugjógv, so tá verða inngongdirnar broyttar, nærri kunning um hetta kemur seinni. 

Vit fara at heita á tykkum foreldur um at tosa við børnini um, at tá tey koma í skúla um morgunin, skulu tey fara beinleiðis inn í teirra skúlastovu. Framhaldandi heita vit á tykkum foreldur um ikki at koma inn í skúlan, men tit eru vælkomin at ringja til lærarar, um tað er eitthvørt, ið tit ynskja at tosa um.  

Viðvíkjandi bussinum mugu tit fylgja við á heimasíðuni hjá Eysturkommunu. 

Vit gleða okkum til at fáa øll børnini aftur í skúla mánamorgunin 18. mai kl. 8.00. 

Vinarliga  
leiðslan 


Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b