Fótbóltskort

Tíðindi 27.05.2020

Tað er deiligt at vera saman við tykkara børnum aftur. Umstøðurnar, nú vit eru saman aftur, eru sermerktar í hesum koronutíðum, og í skúlanum royna vit at skipa okkum sum best og fylgja tilmælunum. Í hesum sambandi mugu vit vísa á, at vit ikki eru heilt trygg við fótbóltskortini, sum børnini býta ímillum sín, og tí fara vit at heita á tykkum um at tosa við tykkara børn um, ikki at hava kortini við í skúla. Annars er gott, um tit regluliga tosa við børnini um, hvussu ein best verjir seg og onnur ímóti smittu. 

Tey yvirskipaðu ráðini til øll: 

  • Um tú ert frískur – ansa eftir tær sjálvum til tess at verja teg og onnur.  
  • Fylg ráðunum um at vaska hendur og nýta handspritt. 
  • Um tú hostar ella hevur eitt sindur av fepri ella krími – ver heima, inntil tú ert frísk/ur aftur. 
  • Halt frástøðu – og kom ikki í samband við onnur, sum ikki eru í tínum flokki. 
  • Hosta og njós í ermuna – ikki í hondina. 
     

Vit skulu eisini kunna tykkum um, at nú fer umbygging fram inni í skúlanum við Gøtugjógv, og økið uttanfyri er eisini merkt av hesum.

Eru tit í iva um eitthvørt, eru tit vælkomin at tosa við flokslæraran ella onnur starvsfólk.

Vinarliga  
Leiðslan 
 
 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b