Ruddingardagur

Miðdeild 12.06.2020

Ruddingardagurin hjá Eysturkommunu, sum vanliga er skipaður sum ein dagur, har íbúgvarnir í kommununi eru við til at rudda bygdirnar, varð skipaður øðrvísi í ár, hetta varð orsakað av koronasóttini. Í ár fingu næmingar og lærarar í Skúlanum  í Eysturkommunu uppgávuna, so í gjár, hósdagin 11. juni, fóru tey hugagóð út at rudda. Flokkarnir høvdu fingið hvør sítt øki at rudda, og tað gekk serstakliga skjótt og væl, og veðrið var eisini frálíka gott, so tað gjørdi bara dagin uppaftur betri. Tá liðugt var at rudda, bjóðaði skúlin pitsu og sunkist, og øll sóu út til at hugna sær. So samanumtikið ein væl eydnaður dagur við góðum veðri og góðum lagi. Her eru nakrar myndir

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b