Nú skúlin byrjar aftur

Felagstíðindi 18.08.2020

Nú gleða vit okkum til at byrja aftur í skúlanum, men sum øllum kunnugt ger korona aftur um seg í Føroyum. Hetta hevur við sær, at vit framvegis mugu fylgja tilmælunum frá myndugleikunum í mun til at fyribyrgja smittu.  

Vit heita á tykkum foreldur og avvarðandi um at hjálpa okkum við hesum og tosa við børnini um hetta, áðrenn tey koma aftur í skúla. 

Tað er sera umráðandi, at børnini kenna seg trygg, latið tí børnini vita, at tey vaksnu fara at hjálpa teimum at minnast til at gera tað, sum gerast skal í mun til at fyribyrgja smittu. 

2. útgáva av vegleiðingini frá myndugleikunum heldur tó framvegis fast í flestu av upprunaligu verjutiltøkunum. M.a. hesi:

- At foreldur ikki koma inn í skúlan við teirra børnum

- Flokseinsemi – flokkarnir koma sum minst í samband við aðrar flokkar

- Handreinføri – at næmingar vaska hendur, tá teir koma í skúla og síðani við jøvnum millumbili

- Frástøða – mælt verður til, at næmingar bert eru saman við børnum í teirra flokki, bæði í og aftaná skúlatíð

- Starvsfólk og næmingar, ið hava sjúkueyðkenni skulu ikki fara í skúla

 Av tí at smittuvandin aftur er øktur í landinum, kunnu broytingar/tillagingar koma fyri í tilmælunum og annars skúlagongdini sum heild. Núverandi tilráðingar gera, at vit ikki kunnu deila flokkarnar í bólkar. Hetta gongur serlig útyvir handaverk og list. 

Tillagingar kunnu verða avbjóðandi hjá bæði næmingum og starvsfólki, og til tíðir henda tær frá degi til dags, vónandi bera tit yvir við okkum hesum viðvíkjandi. Vit vilja gera okkara besta fyri at skapa ein tryggan og góðan skúla, hóast koronu.

Annars skulu vit vísa á, at tað er møtiskylda og fráboðanarskylda, tað vil siga, at næmingarnir skulu møta í skúla, og flokslærarin skal fáa boð, um næmingur ikki kemur í skúla.

Vælkomin til eitt nýtt skúlaár!

 

Vinaliga

Leiðslan

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

1a 2a 3a 4a 5a 6a 7a