Stuðulstiltak í Gøtu skúla, mánakvøldið 1. mars

26.02.2021

Í samband við tiltakið “Føroyar móti krabba”, sum verður í mars mánað, har skúlar hava møguleika at luttaka, skipar 7. A í skúlanum í Eysturkommunu fyri stuðulstiltaki, har allur peningurin, sum kemur inn, fer til krabbameinsfelagið. Krabbamein rakar okkum øll so ella so, ikki øll gerast sjúk, men øll eru avvarandi, tí vilja vit hjálpa. Tað er ofta í teimum smáu gerðunum, tær stóru hendingarnar spretta burturúr. Vit byrjaðu við at klippa ein lítlan páskafugl, og nú hava vit stáplað eitt tiltak upp á beinini við nógvum flottum vinningum. Vit gleða okkum!

Tiltakið verður mánakvøldið 1. mars frá kl. 18 til 21.

Í Gøtu skúla.

Har verður sølubásur, har næmingar og foreldur hava evnað ymiskt, eitt nú glassmúkkur og pappírsklipp.

Tombola og lutaseðlasøla, og 5. A borðreiðir við kaffi og køkum.

Vit takka hjartaliga fyritøkum og einstaklingum fyri at hava stuðlað okkum, so hetta letur seg gera at fremja í verki.

Vit síggjast!

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b