Vælkomin aftur í skúla!

03.01.2022

Vit byrja aftur í skúla mikudagin 5/1.

Skúlagongdin er framvegis merkt av korona. Allir næmingar møta til vanliga tíð, men verða bidnir um at nýta nevndu inngongdir: 
 
Skúlaspírin og 2. flokkarnir ganga inn í gjøgnum høvuðsinngongdina. 
Næmingar í 1. og 3. flokki ganga inn í gjøgnum úthurðina uppi við svimjihylin. 
Næmingar í 4. og 6. flokki nýta høvuðsinngongdina. 
Næmingar í 5. og 7. flokki ganga inn í gjøgnum inngongdina við tað nýggja spæliplássið. 
  
Handaverk og list verður ikki í viku 1, støða verður tikin til, seinni í vikuni, nær tað byrjar aftur.  
Vit royna at fyribyrgja, at næmingar samlast á felagsøkjunum í skúlanum.  
Næmingar, sum eru í sóttarhaldi ella hava haft koronasmittu um jólini, skulu fylgja leiðreglunum frá 
landslæknanum. 

Minnist til at boða frá hjá tykkara flokslærara. 

Nýggjar leiðreglur um sóttarhald eru komnar í gildið og eru at finna inni á korona.fo.

Vit gleða okkum at síggja øll aftur 

 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b