Talvkapping á Toftum
02.05.2022
Síðst í apríl mánað var SkúlaFM í talvi. Kappast var í liðum, 6 - 8 á hvørjum, og 5 dystarumfør vóru hvønn dag.
Skúlin í Eysturkommunu var væl umboðaður. Tað vóru uml. 180 næmingar til kappingina, harav helvtin var eysturbúgvar.
Tað rakk ikki til nakað heiðursmerki hesu ferð, men børnini høvdu ein framúr góðan talvdag, og tey eru spent til komandi SkúlaFM.