Innskriving í Skúlaspíran

09.01.2025

Hevur tú eitt barn, sum fyllir seks ár í ár og skal byrja í forskúla í summar? Innskrivingin í Skúlaspíran 2025 - 2026 er byrjað og verður í ár skipað soleiðis:

Hóskvøldið 16. januar, kl. 19, verður kunnandi foreldrafundur í miðhøllini í skúlanum í Leirvík, har greitt verður frá forskúlanum og frítíðartilboðnum á Gásamýri.

Fram til á midnátt 20. januar ella skjótast gjørligt ber til at innskriva barnið í Skúlaspíran við at trýsta á leinkjuna niðanfyri og útfylla innskrivingarskjalið. 

https://forms.office.com/e/27jMYwrZuq

Týsdagin 21. januar, kl. 15, verður innskrivingarløta í skúlanum í Leirvík fyri komandi skúlaspírabørn og foreldur. Havið dóps- ella navnabræv við.

Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at ringja á telefon 730080 gerandisdagar millum kl. 8.00 og 12.00. 

Tilmeldingin til Frítíðarheimið á Gásamýri fer fram við at rita inn á Vangan (https://www.vangin.fo/), velja dagstovnapláss og útfylla teigarnar. 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b