Trivnaðarkanning

01.03.2023

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur heitt á Fróðskaparsetrið at gera trivnaðarkanning nú í 2023. Granskarar eru Katrin av Kák og Annika Helgadóttir Davidsen. Samskipari er Laufey H. Blaasvær. Verkætlanarleiðari, við ábyrgd fyri dátugreining, er Erla Olsen.

Kanningin byggir á undanfarnar kanningar, sum eru gjørdar í 2015 og 2019, og allir næmingar runt um í Føroyum í 5., 7. og 9. flokki eru bidnir um at svara.

Trivnaðarkanningin verður gjørd 6. mars í Skúlanum í Eysturkommunu.

Nærri kunning sæst á hesi heimasíðu: Trivnaðarkanning 2023

Kunning til foreldur sæst á hesum leinki: Kunning til foreldur

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b