Altjóða lesidagur
08.09.2023
8. sept. er altjóða lesidagur. í 1965 útnevndi ST hendan dagin at vera altjóða lesidag. Dagurin varð fyrstu ferð hildin í 1966. Endamálið við degnum er at varpa ljós á týdningin, ið lesing hevur fyri okkum sum einstaklinar, fyri felagsskapin okkara millum og fyri samfelagið.
Í dag høvdu næmingar og lærarar í miðdeildini eina lesiløtu saman í fimleikahøllini. Eftir morgunsangin savnaðust allir flokkar í fimleikahøllini, har madrassur vóru lagdar út á gólvið, so næmingarnir kundu sita bleytt og lesa í 15 min. Løtan eyndaðist sera væl.
Í byrjanardeildini Leirvík savnaðust næmingarnir til eina hugnaliga søguløtu í miðhøllini.