Handaðu borgmeistaranum áheitanarskriv

16.11.2023

Eftir morgunsangin í morgun fór ein gonga við næmingum og starvsfólkum í miðdeildini yvir í býráðshúsið, har borgmeistarin tók ímóti, og tey handaðu honum áheitanarskriv viðvíkjandi bussleiðini. Tað var formaðurin í næmingaráðnum, Jónas Aronsson Olsen, sum handaði skriv vegna næmingaráðið, og Martina B. Poulsen, lærari, handaði skriv frá starvsfólkunum, sum stuðlaði skrivinum hjá næmingaráðnum.

Skrivini eru ein áheitan á kommununa um at eftirmeta bussleiðina, tí mangan er bussurin stúgvaður við næmingum bæði til skúlan og úr skúlanum, og mangar óhepnar støður kunnu koma í av hesum. Hetta er ótrygt fyri næmingar, og tískil eru tað fleiri næmingar, ið ikki vilja koyra við bussinum. Bæði næmingar og foreldur hava kært sína neyð viðvíkjandi hesum, og nú metti næmingaráðið, at løtan var komin til, at okkurt má gerast við hetta.

Borgmeistarin læs skrivini upp, og hann lovaði at senda skrivini víðari til trivnaðarnevndina. Hann segði, at tey fóru at royna at finna eina loysn á hesum eftir nýggjár.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b