Fastalávintshald skúlans

28.02.2025

Fastalávintshald skúlans verður komandi mánadag 3. mars

Byrjanardeildin í Leirvík

Næmingarnir møta vanliga tíð í vanligum klæðum. Tey kunnu hava grýluklæði við. Næmingar skulu hava matpakkar við, sum vanligt.

Kl. 9-9.40 verður farið upp á gólv, og tá eru foreldur og avvarðani vælkomin at dansa við, um tey hava eina fríløtu. 
Frá kl. 9.40 til 10.00 bjóðar skúlin gestunum ein kaffimunn, meðan næmingarnir eru úti í fríkorter.

Tá næmingarnir hava skift í grýluklæði, fara tey at sláa tunnu.

 

Miðdeildin í Gøtu

Næmingarnir í miðdeildini møta grýluklæddir kl. 8.00. Dagurin byrjar við morgunsangi, síðani verður hugnalig sangløta.

Eftir sangløtuna fara vit at sláa tunnur.

Umleið kl. 10.15 verður farið upp á gólv, og tá eru foreldur og avvarðani vælkomin at dansa við, um tey hava eina fríløtu.  Aftaná verður ein drekkamunnur við onkrum góðum afturvið.

Skúladagurin er liðugur kl. 11.30.

 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b