Lærarar til Skúlan í Eysturkommunu
Hesi størv verða lýst leys at seta skúlaárið 2024/2025:
- 1 fast lærarastarv
- 2 tíðaravmarkað lærarastørv, vegna forskúla.
- 2 tíðaravmarkað lærarastørv, vegna farloyvi, lækkað tímatal, avlopstímar.
Setanarbrotini eru uml 1,0 og tvey á uml. 0,7 og eitt við setanarbroti 0,6. Endaligt tímatal verður ásett eftir 15. september.
Søkt verður eftir lærarum, sum
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- duga at samstarva og eru fyrikomandi
- eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
Vit vænta, at tú
- ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
- ert stundislig/ur og nærlagd/ur
- ert virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
- vilt vera við til at menna eftirmetingar
- hevur góðan KT-førleika
- kanst virka sum flokslærari
- hevur kunnleika innan sernámsfrøði
- kann vera ein týðandi partur av toyminum, rundan um ein móttøku flokk
í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan - kanst virka bæði í innskúling og miðdeild
Harumframt skulu lærararnir hava førleika at undirvísa í nøkrum av hesum lærugreinum: føroyskum, donskum, náttúrulærugreinum, støddfrøði, tónleiki, føroyskt sum annaðmál og ítrótti/svimjing. Okkum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa bæði í innskúling og miðdeild.
Førleikakrøv
- læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum
- royndir í føroyska fólkaskúlanum
- læraralesandi, sum taka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Lønar- og setanartreytir:
Lærararnir verða løntir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar í starvinum. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur.
Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo
Umsóknarfreist: 16. juni 2024 kl. 24.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Atla F. Johansen, skúlastjóra á telefon 730070.
Skúlin í Eysturkommunu er í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Í skúlanum eru áleið 280 næmingar við forskúla. 23 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar. Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo.