Seinastu skúladagarnir í innskúlingini

21.06.2024

Seinastu skúladagarnir vóru merktir av hugna. Tað var við sorgblídni, at vit søgdu 3. flokki farvæl aftaná 4 ár í Skúlanum í Leirvík. 3. flokkur, framførdi meistarliga sangin Ró, hjá Martin Joensen, og hugleiddu um tíðina við nógum myndum frá tíðini í Leirvík. Dansur og spurnarkappingar vóru á skránni og klaver næmingar hjá Jón Eliasen framførdu nøkur løg. Vaskikonurnar grillaðu pylsur og árligi fótbóltsdysturin millum 3. flokk og starvsfólk skúlans var á skránni. Starvsfólkini høvdu góðan styrk við m.a. Geza, ið vísti síni serligu kynstur á vøllinum. Petur Reinert stýrdi dystinum væl, so alt gekk rætt fyri seg. Onkur kort vóru tó havd á lofti, men samanlagt ein góður dystur, og ein góður endi á skúlaárinum 2023/24.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b