Endurlýsing: Námsfrøðingur til Skúlaspíran og Frítíðarheimið í Eysturkommunu

30.01.2025

Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi at byrja 24. februar 2025 (ella skjótast gjørligt) og til 15. juli 2025. 

  • Eitt starv á 35 tímar um vikuna. Har av eru 20 tímar í Skúlaspíranum

Meira kunning um Skúlaspíran er at finna á skeyk.fo.

Stuðulin verður knýttur at næmingi við serligum tørvi.   

Vit leita eftir fólki, sum er arbeiðshugað, nærlagt, samstarvshugað, tekur ábyrgd og sær møguleikar.

Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum.   

Í Skúlaspíranum verður starvið skipað í samráð við førleikastovuna á skúlanum.  

Frítíðarheimið er ein stovnur fyri børn, sum ganga í  forskúla, 1. flokki og 2. flokki. 

Okkara arbeiði er at skapa góðar og tryggar karmar fyri hesi børn aftan á loknan skúladag. 

Arbeiðstíðin er frá kl. 08.00 og til næmingarnir fáa frí, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja seinni á degnum.   

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina. 

Lønar- og setanartreytir 

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. 

Umsóknir 

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal sendast til eystur@eystur.fo 

Umsóknarfreistin er 13. februar 2025. 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu E. Olsen, Fríðtíðarheimið á tlf. 730053  ella Atla F. Johansen, Skúlaspírin á tlf. 730070.    

Galdandi er, at har eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett ístaðin. 

Víst verður til: www.eysturkommuna.fo 
 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b