Hjálpararbeiði í Kenya
Hey, hey, góðu næmingar og foreldur at børnum í miðdeildini í Gøtu!
Fríggjadagin 31. januar er møguleiki hjá næmingum í miðdeildini at keypa sær toast og sunnkist í fríkorterinum.
Peningurin, ið kemur inn, fer allur til hjálpararbeiði hjá felagsskapinum Mirjam.
5. - 19. februar fara átta føroyingar til Kenya við Hildu Viderø at gera hjálpararbeiði og at vitja tveir skúlar. Semina Heimdal, sum arbeiðir í skúlanum við Gøtugjógv, er ein av luttakarunum, og hon kemur at hava peningin, ið vit savna, um hendi. Tá ið hon kemur heimaftur verður spennandi hjá okkum at hoyra, hvat peningurin, vit stuðlaðu við, verður brúktur til.
Tit hava møguliga sæð filmin "Hjarta børn", ið hevur verið vístur í KVF nú um jólini. Hetta er har, ið tey fara, og sangurin "What if it were me" vísir myndir frá skúlunum har.
1 toast 20 kr. (max 2 toast pr. høvd)
1 sunnkist 10 kr.
Havið peningin við í skúla í seinasta lagi hósdagin 30. januar og gevið flokslæraranum teir.
Um onkur ynskir at lata eina peningagávu, kunnu tey flyta pening á konto 9865-312.472.4 og viðmerkja Semina