Skeið til foreldur, ið ikki liva saman
05.03.2025
Familjufyrisitingin bjóðar foreldrum, ið ikki liva saman, á skeið um foreldrasamstarv. Tað er ókeypis at luttaka, og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu tekna seg.
Skeiðið er býtt í tríggjar skeiðsdagar, og tað er av týdningi, at foreldur kunnu møta allar dagarnar.
Komandi skeið verður mánadagarnar 10. mars, 24. mars og 7. apríl 2025. Allar dagar frá kl. 12:00 - 16:00.
Tilmeldingarfreistin er 3. mars 2025. Tilmeldingarskjalið og meira kunning er á heimasíðuni hjá Familjufyrisitingini her. Tað er avmarkað pláss. Og fyri at skeiðið verður hildið, krevst nokk av tilmeldingum.
Familjufyrisitingin